Koppsetingin í Danmark seinkað tríggjar vikur

bannari
Koppsetingin í Danmark seinkað tríggjar vikur
Orsøkin er, at tað ikki er loyvt at brúka amerikanska koppingarevnið, Johnson&Johnson
Danir hava ongar ætlanir um at broyta avgerðina um ikki at brúka koppingarevnið frá Johnson&Johnson fyribils
 
03.05.2021 - 10:42

Tað fer at seinka koppsetingarætlanini í Danmark, um koppingarevnið hjá Johnson&Johnson ikki skal brúkast, sigur ein serfrøðingur.

Koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni skal fyribils ikki brúkast í Danmark, og tað verður heldur ikki broytt, tá ráðharrin í heilsumálum í dag fer á fund við umboð fyri hinar flokkarnar at umrøða koppsetingarætlanina.

Tað metir Jan Pravsgaard Christensen, professari á Universitetinum í Keypmannahavn, skrivar Kristeligt Dagblad, sum endurgevur Ekstra Blaðið.

 

Seinkingin verður meira enn tríggjar vikur, um koppingarevnið ikki verður brúkt.

Jan Pravsgaard Christensen, professari.


Danska heilsustýrið hevur sagt, at koppsetingin verður seinkað, um koppingarevnið hjá Johnson&Johnson ikki skal brúkast.

Heilivágsfyritøkan, Johnson&Johnson, bað miðskeiðis í apríl evropeisku londini fyribils um at gevast við at brúka koppingarevnið.

USA broytt tilmælið

Fyrst skulu kanningar gerast, so greiða fæst á, um koppingarevnið í sjáldsomum førum hevur elvt til blóðtøppar í USA.

Amerikanski heilivágsstovnurin, FDA, broytt í farnu viku tilmælið, so koppingarevnið hjá Johnson&Johnson aftur kann brúkast í landinum.

Fleiri lond í Evropa, teirra millum Danmark og Svøríki, bíða tó við at brúka koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni, til fleiri kanningar eru gjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756