Søkja eftir løgmansstjóra

Søkja eftir løgmansstjóra
Umsóknarfreistin er 31. mai.
Marjun Hanusardóttir hevur verið løgmansstjóri í 25 ár. Hon gevst í summar
 
10.05.2021 - 15:52

Nú verður søkt eftir løgmansstjóra.

Marjun Hanusardóttir, sum hevur verið løgmansstjóri í 25 ár, gevst í starvinum í summar.

Løgmansstjórin er ovasti ráðgevi hjá løgmanni, og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Løgmansskrivstovuni.

Løgmansstjórin er eisini fremstur millum stjórarnar í fyrisitingini, og hevur ein serligan leiklut at tryggja, at øll landsstýrisfyrisitingin hongur væl saman, stendur í starvslýsingini.

Akademisk útbúgving

Førleikakrøvini eru viðkomandi akademisk útbúgving, útbúgving ella eftirútbúgving í leiðslu og/ella leiðsluroyndir á høgum stigi.

Starvið er flokkað í 40. lønarflokki, og harumframt er ein viðbót upp á slakar 6.000 kr. Viðbótin gevur ikki eftirløn.

Freistin at søkja starvið sum løgmansstjóri er 31. mai. 

Øll lýsingin sæst her.

Starvs- og persónsprofilurin til løgmansstjórastarvið kann lesast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523