Klaksvíkingur bjóðar aftur av

Klaksvíkingur bjóðar aftur av
Í ár skal Ormurin Langi hjá Knørri fáa dyst til mállinjuna. Tað siga teir á Klaksvíkingi, sum aftur er mannaður eftir tvey ár í neystinum
10.05.2021 - 19:11

Ormurin Langi hjá Knørri hevur verið einaráðandi hjá 10-mannaførunum tvey tey seinastu árini, men soleiðis skal ikki verða í ár. Tað siga teir á Klaksvíkingi, sum aftur er mannaður eftir tvey ár í neystinum.

 - Øll verða meir spent og glað, tá flaggskipið er mannað. Soleiðis er tað í einum og hvørjum felagi, sigur Hermann Samuelsen, sum er ein av teimum, sum manna Klaksvíking í ár.

Manningin er í stóran mun hin sama, sum vann føroyameistaraheitið við Nevinum Reyða í fjør.

 - Sjálvt um teir eru øgiliga ungir, so eru teir væl fyri og hugaðir at koma at rógva við 10-mannaførunum, og eg haldi eisini, at tað er har, ein skal koma heldur fyrr enn seinni, sigur Magnus Norðberg, sum er ein av royndu rógvarunum, sum aftur hevur tikið ár í hond.

Og Klaksvíkingur hevur greiðar ætlanir um at geva Orminum Langa kapping um meistaraheitið.

 - Hetta er ordiliga stuttligt. Hetta eru manningar, sum hava róð saman - nógvir av teimum - umborð á Klaksvíkingi, sigur Magnus Norðberg, sum kortini metir, at Ormurin Langi er favorittur. Hermann Samuelsen er avgjørdari.

 - Tað hevur ikki ordiliga verið nøkur kapping, men nú eru øll spent upp á, at Klaksvíkingur kemur við, og at kapping aftur verður hjá 10-mannaførunum, sigur hann. Og málið er greitt.

- Vit ætla okkum at vinna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763