Deyðatalið komið upp á 83 fólk

Deyðatalið komið upp á 83 fólk
Talið á deyðum eftir luftálopini í Gaza veksur framvegis. Fleiri børn og ung eru millum tey deyðu
Umleið 1.500 rakettir eru skotnar úr Gaza inn í Ísrael, siga ísraelskar verjudeildir
Mynd: AP  
 
13.05.2021 - 13:09

Talið á deyðum eftir luftálopini í Gaza veksur framvegis. Nú eru 83 fólk deyð eftir at ófriður mánadagin kyknaði milum Hamas og Ísrael.

Millum tey 83 fólkini, sum hava latið lív í ófriðinum, eru 17 børn og ung, siga Hamas-stýrdu heilsumyndugleikarnir í Gaza, skrivar Times of Israel, sambært DR.

Sambært Ísrael er tað eydnast herinum at taka lívið av fleiri yvirgangsfólkum hjá Hamas, men tað ljóðar eisini, at sivilfólk eru millum tey deyðu.

Herurin kanska setast inn

Forsætisráðharrin, Benjamin Nethanyahu, segði í gjárkvøldið, at hann hevur ætlanir um at biðja herin um at basa ófriðinum, skrivar BBC á netinum.

Ísraelskar verjudeildir siga í dag, at umleið 1.500 rakettir eru skotnar úr Gaza inn í Ísrael síðani ófriðurin byrjaði mánamorgunin. Tað eru 500 fleiri enn verjan segði í gjár.

Heilsumyndugleikarnir í Gaza siga, at meira enn 400 fólk eisini eru særd í ófriðinum. Ófriðurin er tann ringasti síðani 2014, tá ið tað eisini var stríð millum Ísrael og Gaza.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133