Champions League-finalan flytast til Portugal

Champions League-finalan flytast til Portugal
Ársins fótbóltsfinala skal flytast úr Turkalandi, sigur europeiska fótbóltssamgongan, UEFA
Tilsamans 12.000 bretsk viðhaldsfólk sleppa til ársins Champions League-finalu, sum í ár verður flutt til Estadio do Dragão-leikvøllin í Porto
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
13.05.2021 - 15:43

Champions League-finalan, sum í ár verður millum Manchester City og Chelsea, verður flutt úr Istanbul í Turkalandi til Porto í Portugal av koronuavmarkingum.

Tað sigur fótbóltssamgongan, UEFA. Turkaland er á reyðalista hjá Bretlandi, og tí høvdu eingi viðhaldsfólk sloppið til Champions League-finaluna, varð hon spæld í Istanbul.

Portugal er hinvegin á grønalista hjá Bretlandi, og viðhaldsfólkini kunnu sostatt ferðast ótarnað aftur og fram, vilja tey síggja dystin.

6.000 viðhaldsfólk frá hvørjum liði

Tískil skal ársins finala millum bretsku stórliðini ístaðin spælast á Estadio do Dragão-leikvøllinum i Porto, sigur UEFA.

Eg eri fegin um, at vit eru komin til hesa semjuna, so viðhaldsfólk hóast alt fáa møguleika at síggja dystin, sigur Aleksander Ceferin, UEFA-forseti.

Pláss verður fyri 6.000 viðhaldsfólkum hjá hvørjum liði á portugisiska leikvøllinum, sigur europeiska fótbóltssamgongan í tíðindaskrivi.

Champions League-finalan verður spæld leygardagin 29. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386