Skert B36-lið í morgin orsakað av koronu

Skert B36-lið í morgin orsakað av koronu
Covid-19 er staðfest tætt at B36-hópinum, og tí verða Mathias Thrane og Lukas Enevoldsen ikki við í dystinum í morgin móti 07 Vestur
B36-hópurin er skerdur í morgin, tá 07 Vestur kemur á vitjan
 
15.05.2021 - 17:44

Tríggir B36-spælarar eru farnir í sóttarhald, eftir at ein tilburður av COVID-19 er staðfestur tætt at B36-hópinum við monnum.

Spælararnir, talan er um, eru Lukas Enevoldsen, Mathias Thrane og Sebastian Pingel, sum er skaddur, og tískil ikki hevði spælt í morgin kortini.

– Tað verður uttan Mathias Thrane og Lukas Enevoldsen, at okkara menn skulu spæla ímóti 07 Vestur sunnudagin. Saman við Sebastian Pingel eru teir báðir settir í sóttarhald komandi dagarnar, eftir at corona hevur vitjað ov nær hjá teimum, skrivar heimasíðan hjá B36.

– B36 hevur verið í sambandi við landslæknan, og hava vit alt fyri eitt tikið neyðug atlit og gjørt neyðugar koronukanningar, so vit kunnu staðfesta, um smittan er avbyrgd, skrivar felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Mono 4 - Fróði Løksagarð - 251126
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858