Ein dyst frá svenska meistaraheitinum

Ein dyst frá svenska meistaraheitinum
Týskvøldið kann Elias á Skipagøtu vinna svenska meistaraheitið í hondbólti. Alt, ið krevst, er ein sigur til Sävehof í triðju finaluni móti Skøvde.
17.05.2021 - 17:45

 - Eg havi tað super. Eg gleði meg øgiliga nógv, og eg hopi, at vit kunnu avgera tað í morgin.

Soleiðis sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu kvøldið fyri triðju - og kanska avgerandi - finaluni um svenska meistaraheitið í hondbólti.

IK Sävehof hevur vunnið tvær tær fyrstu finalurnar. Ta fyrstu tepurt við einum málið eftir tvær ferðir longda leiktíð og aðru finaluna vunnu Elias og teir við 1o málum.

Unga stjørnuskotið hevur eisini eitt boð upp á, hvussu Sävehof skal vinna triðja dystin og tryggja sær meistaraheitið.

 - Vit skulu gera tað, sum vit hava gjørt hinar dystirnar, har vit halda reglurnar hjá okkum í verjuni og renna nógv kontra, tí tað hevur eydnast væl í seinastuni, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815