- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bellingham bjargaði Englandi og Alvarez avgjørdi fyri Argentina
Bellingham bjargaði Englandi og Alvarez avgjørdi fyri Argentina
Jude Bellingham skoraði tvær ferðir og sendi Norra heim, meðan Julian Alvarez skoraði undurmál fyri Argentina, sum aftir mátti út í longda leiktíð, áðrenn forloysingin kom

I said maybe: Jude Bellingham var hetjan hjá Englandi, sum sendi Norra heim eftir flott endaspæl
Mynd: Mike Segar/Reuters/Ritzau Scanpix
12.07.2026 - 11:52
Jude Bellingham skoraði bæði málini hjá Englandi, sum við teprum sigri setti punktum fyri HM-ævintýrið hjá Norra.
Tað var annars Norra, sum legði seg framum, tá Andreas Schjelderup skeyt úr spískum í handara málhorn 10 minuttir fyri steðgin, men Bellingham javnaði, tá hann fekk bóltin frá Anthony Gordon.
Norðmenn vóru ónøgdir við málið, tí bólturin rakti einkamerakaðal uppi yvir vøllinum, tá Ørjan Nyland sparkaði út úr norska málinum frammanundan.
Norra skorar til 2-1, men málið verður kolldømt fyri fríspark ímóti Erling Haaland. (Mynd: Omar Aziz/Reuters/Ritzau Scanpix)
Norra vóru omaná stórar partar av dystinum, og tá ein lítil tími var spældur, skoraði Torbjørn Lysaker Heggem eftir fleiri norsk hornaspørk á rað. Málið varð kortini kolldømt av VAR, tí Erling Haaland hevði skumpa Elliot Anderson um koll.
Einki mál kom afturat í vanligu leiktíðini, og tí var neyðugt við umdysti. Tá var Real Madrid-miðvallarin fyrst á leysa bóltinum eftir skot útifrá og hálvbjarging frá Ørjan Nyland. Hálvan tíma seinni var England í hálvfinaluni, meðan Norra mátti takka fyri seg.
Erling Haaland má takk fyri seg, meðan Jude Bellingham er avgerandi, um England skal vinna heimsmeistarakappingina. (Mynd: Sam Navarro/Reuters/Ritzau Scanpix)
Alvarez avgjørdi við undurmálið
Lionel Messi og Argentina fóru á vøllin ímóti Sveis í síðstu fjórðingsfinaluni í nátt. Longu tá 10 minuttir vóru spældir, sendi 39 ára gamli framherjin eitt horna innfyri, sum Alexis Mac Allister stútaði í handara horn.
Munurin var kortini lítil á liðunum, og tá Sveis javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki, var tað uppiborið. Dan Ndoye var spældur ígjøgnum í vinstru síðu, og úr spískum sendi hann bóltin inn undir Emiliano Martinez.
Dan Ndoye javnar fyri Sveis ímóti Argentina, men Sveis vórðu ov stuttir ímóti heimsmeistarunum í Kansas City. (Mynd: Jay Biggerstaff/Reuters/Ritzau Scanpix)
Breel Embolo var sendur av vølli fyri at kasta seg eftir VAR-dóm, sum sveisarar vóru sera ónøgdir við. Grátandi mátti hann av vøllinum, og so fingu heimsmeistararnir aftur yvirtakið.
Teir fingu kortini einki mál fyrrenn átta minuttir vóru eftir av umdystinum, men tá var talan eisini um satt undurmál. Julián Alvárez fekk bóltin uttanfyri brotsteigin til vinstru, og sendi hann hart og snarandi heilt upp í longra málhorn.
Lítla løtu seinna setti Lautaro Martínez endaligt punktum, og hálvfinalunuavtala millum Argentina og England bíðar mikukvøldið. Kvøldið fyri spæla Spania og Frakland um hitt finaluplássið.
Undurskot: Julián Alvárez skorar við framúr langskoti úr vinstru yvir í handara málhorn, og løtu seinna var Argentina í HM-hálvfinaluni. (Mynd: Amanda Perobelli/Reuters/Ritzau Scanpix)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV































