Burðardygt Arktis er avgerandi fyri Føroyar

Burðardygt Arktis er avgerandi fyri Føroyar
Løgmaður helt røðu í arktiska ráðnum fyrrapartin
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
 
20.05.2021 - 15:48

- Eitt burðardygt Arktis er alt avgerandi fyri Føroyar.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá hann hevði orðið á fundi í arktiska ráðnum í Reykjavík fyrrapartin.

Hann segði, at føroyska havøkið er nærum 200 ferðir so stórt sum landaøkið, og vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum, eisini arktiska havinum.

- Tí eru vit tilvitað um veðurlagsvandan og møguligar avleiðingar av honum, segði løgmaður.

Hitti Blinken og Lavrov

Áðrenn fundurin í arktiska ráðnum varð settur, hitti Bárður á Steig Nielsen amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, og russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.

Og seinnapartin hittir løgmaður íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaug Þór Þórarson.

Íslendski formansskapurin í arktiska ráðnum endar í dag. Russland fær formansskapin næstu tvey árini. 

Løgmaður hitti eisini russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928