Myndareportasja: Tann komiska tragedian

Norðurlandahúsið 20.05.2021. Leikurin er ein einrøðuleikur "Tann komiska tragedian", har Olaf Johannessen fer allan leiklistarliga sólarringin runt í teimum ymsu leiklutunum. 

Marita og Olaf stovnaðu Leikhús SKIFT í 2005.

Olaf Johannessen er føddur í 1961 í Brekkugøtu í Havn. 

Marita S. Dalsgaard, sum er útbúgvin sjónleikari á sjónleikaraskúlanum á Odense Teater, hevur leikstjórnað, umsett, gjørt pallmyndina og búna. Súni Joensen hevur sniðgivið ljósið.

Her gjøgnumganga tey bæði, saman við ljósmanninum, ymsu pallmyndirnar og ljósskiftið.

Olaf var útbúgvin sjónleikari í 1986 á sjónleikaraskúlanum á Odense Teater.

Marita Dalsgaard hevur verið skiftisnæmingur á La Comédie, Ecole Supérieure d´art Dramatique, St. Etienne, í Fraklandi og á Saratoga International Theater Insitute, New York.

Olaf hevur spælt bæði í filmum og sjónvarpsrøðum, umframt at hann arbeiðir á leikhúsum í Danmark, Týsklandi og pørtum av Evropa.

Olaf spælir tveir høvðusleiklutir, Rollan og Sjónleikarin. Rollan við nøs sum masku og Sjónleikarin við sínum bera andliti.

"Tann komiska tragedian" er ein kærleiksváttan til leiklistina - ein spælandi, argandi og filosoferandi leikur, har tey bæði í gaman og álvara, ljósi og myrkri, lívi og deyða, ævinleika og tí tímiliga, við hugflogi og tí konkreta jarðbundna, alsamt eru um hvørt annað.

Í 2008 fekk Marita S. Dalsgaard Georg Philips legat. Í 2018 Sær-Prisen á CPH -culture fyri leikin "Veitslan."

Leikurin, sum varir hálvan annan tíma, er sera krevjandi, og tí er umráðandi, at Olaf fær stundir at hvíla, áðrenn hann fer á pallin.

Tað er ikki bara á pallinum, at Olaf og Marita eru saman, tey eru eisini par.

Olaf Johannessen hevur fingið nógvar heiðurslønir. í 2010 fekk hann Lauritsen-prísin. Teaterpokalen fekk hann í 2014. Í 2015, 2016 og 2020 fekk hann Årets Reumert, umframt at hann fekk ein heiðurs-Reumert í 2018. Hann hevur eisini fingið eina Robert-virðisløn fyri sín hjáleiklut í "Brotsgerðin."

Bert ein tími, til leikurin byrjar.

Leikstjórin og sjónleikarin

Olaf "backstage," har hann sminkar sær.

At lata seg í kragan, er tað seinasta, Olaf ger, áðrenn hann fer á pallin.

Fyrstu áskoðararnir eru komnir í stóra salin í Norðurlandahúsinum.

Hetta kvøldið var nærum útselt í Norðurlandahúsinum

Ein troyttur, men fegin Olaf.

Olaf fær ein muss fyri eitt megnaravrik.

 

 

 

Er kopiera