Tríggjar umsóknir til stjórastarvið í Gigni

Tríggjar umsóknir til stjórastarvið í Gigni
Allir umsøkjararnir eru skikkaðir, og nú verður farið undir setanartilgongdina, sigur stjórin í Heilsutrygd
Ætlanin er, at nýggi stjórin í Gigni skal vera við til at seta varaleiðaran. Umsóknarfreistin til tað starvið er 11. juni
 
25.05.2021 - 17:59

Tríggjar umsóknir vóru komnar til starvið sum fakligur stjóri í Gigni, tá ið freistin var úti á middegi fríggjadagin. 

Talan er um skikkaðar umsóknir, og nú verður farið undir setanartilgongdina, sigur Egil á Bø, stjóri á Heilsutrygd.

Talan var um eina endurlýsing, tí eingin umsókn var til starvið fyrru ferðina, tað varð lýst. 

Starvið sum fakligur stjóri hevur verið miðdepilin í einari ósemju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Noktaði limunum at søkja

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum noktaði tá limum sínum at søkja. Felagið segði, at stjórastarvið var ikki lýst sambært sáttmálanum, sum felagið hevur við Fíggjarmálaráðið.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fór í Fasta gerðarrætt og fekk viðhald í, at talan var um óheimilað stríðsstig.

Fakfelagið hevur eisini kært nýggju starvslýsingina til Fasta gerðarrættin, tí tað metir, at tað er brot á sáttmálan, at lýst verður eftir fakligum stjóra til Gigni, sum verður settur í lønarflokk sum leiðari 5.

Kæran onga ávirkan

Sambært Egili á Bø hevur nýggja kæran onga ávirkan á setanartilgongdina, men um Fasti gerðarættur gevur sjúkrarøktarfrøðingum viðhald í, at fakliga stjórastarvið skal flytast í annan lønarflokk, fer Heilsutrygd at eftirlíka tí

Eingin tíðarfreist er sett fyri, nær fakligi stjórin skal byrja, men miðað verður eftir, at nýggi stjórin verður við til at seta nýggja varaleiðaran í Gigni. Tað starvið er eisini lýst leyst, og freistin at søkja er 11. juni. 

Egil á Bø, stjóri í Heilstrygd, sigur, at allar tríggjar umsóknirnar til stjórastarvið í Gigni eru skikkaðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232