Bú- og heimatænastan meiri pening

Bú- og heimatænastan meiri pening
Klaksvíkar býráð skal viðgera eykajáttanina fyrru ferð í dag
Heimið við Vágna í Klaksvík. Norðoya Bú- og heimatænastan hevur hækkað rakstrarjáttanina fyri í ár
Mynd: Norðlýsið  
 
27.05.2021 - 09:54

Norðoya Bú- og heimatænasta hækkaði 22.apríl rakstrarjáttanina fyri 2021 slaka hálva aðru millión krónur.

Parturin hjá Klaksvíkar kommunu er slakar 1,3 mió. kr.

Býráðið skal viðgera eykajáttanina fyrru ferð í dag.  

Trivnaðarnevndin hjá býráðnum tekur undir við tilmælinum um at hækka játtanina og brúka pengar, sum kommunan fekk aftur frá Bú- og heimatænastuni, sum hevði avlop í 2020.

Fíggjarnevndin mælir eisini til at játta pengarnar.

Men meirilutin í Fíggjarnevndini sigur, at í sambandi við at nýggjar upplýsingar eru í málinum, verður heitt á Bú- og heimatænastuna um at koma við nærri útgreining um bilar og venjingartilboð á Viðareiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065