Kunngerðin um laksalús skal broytast

Kunngerðin um laksalús skal broytast
Havbúnaðarfelagið hevur havt kunngerðina til hoyring, og tekur undir við nøkrum broytingum
Havbnúnaðarfelagið tekur millum annað undir við, at markvirðið fer niður í eina lús
 
31.05.2021 - 08:49

Havbúnaðarfelagið tekur undir við nøkrum broytingum, sum ætlanin er at gera í kunngerðini um laksalús.

Felagið tekur millum annað undir við, at markvirðið fer niður í eina lús.

Frá 1. juni til 31. juli í ár er hetta markvirðið tó hálv lús. Og næsta ár verður hetta tíðarskeiðið frá 1. mai til 31. juli. 

Men Havbúnaðarfelagið heldur, at aðrar broytingar í lúsakunngerðini eiga at verða viðgjørdar neyvari og í breiðari høpi.

Felagið mælir tí frá at gera hesar broytingar nú.

Havbúnaðarfelagið fer í heyst at viðgera lúsakunngerðina. Niðurstøðan kemur fyrst í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037