Vit spara minni upp enn onnur

Vit spara minni upp enn onnur
Eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum er minni enn í nógvum øðrum londum
 
07.06.2021 - 14:10

Eftirlønaruppsparingin er eitt vet undir miðaltalinum hjá 38 OECD londum. OECD er altjóða felagsskapurin um búskaparligt samstarv.

Í 2019 svaraði eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum til nærum 47 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Í Danmark til dømis var hetta talið 220 prosent. 

Uppsparingin er umleið átta milliardir

Í 2020 var eftirlønaruppsparingin hjá føroyingunum í føroysku fíggjarstovnunum okkurt um átta milliardir krónur. 

Helvtin er longu skattað við inngjald, hin helvtin verður skattað við útgjald. 

Harafturat eiga summir føroyingar eina privata eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum. 

Í miðal høvdu tey 40 ára gomlu eina eftirlønaruppsparing, sum er 175.000 kr.

Tey 50 ára gomlu høvdu 330.000 kr. í miðal, og tey 60 ára gomlu 450.000 kr. í miðal í føroysku fíggjarstovnunum í 2020.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392