Fimm broytingar í føroysku uppstillingini

Fimm broytingar í føroysku uppstillingini
Stórar broytingar eru á føroyska liðnum, sum skal spæla ímóti Liktinstein, í mun til seinast. Millum annað byrja Tórður Thomsen og Hørður Askham
Klæmint A. Olsen byrjar inni í føroyska álopinum í kvøld
 
07.06.2021 - 18:26

Fimm broytingar eru gjørdar í føroysku byrjanaruppstillingini til dystin móti Liktinstein í kvøld.

Í mun til dystin ímóti Íslandi fríggjakvøldið eru fimm nýggir mans í byrjanaruppstillingini hjá Håkani Ericson, landsliðsvenjara.

Tórður Thomsen avloysir Teit M. Gestsson í málinum og fær sín fyrsta landsdyst síðan 2014. Í verjuni kemur Jóannes Kalsø Danielsen inn fyri Gilla Rólantsson, sum væntað, og Hørður Askham avloysir Odmar Færø í miðverjuni.

Á miðjuni eru eisini broytingar. Heðin Hansen, sum er við aftur í hópinum eftir sóttarhald, spælir á plássinum hjá Jákupi B. Andreasen, og Klæmint A. Olsen byrjar inni fyri Hall Hansson. 

Tað merkir, at NSÍ-framherjin verður fremsti maður, meðan Jóan Símun Edmundsson annaðhvørt spælir á høgra veingi ella aftanfyri Klæmint A. Olsen í álopinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328