Allir serlæknar skulu búgva í Føroyum

Allir serlæknar skulu búgva í Føroyum
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni
Sjúkrahúsverkið metir, at tað er ein fyrimunur fyri bæði lækna og sjúkling, at serlæknir búgva í Føroyum
 
09.06.2021 - 09:40

Miðað verður eftir, at allir serlæknar í sjúkrahúsverkinum búgva í Føroyum.

Nú búgva 40 serlæknar í Føroyum.

Ráðgevar ella ráðgevarafyritøkur hava 15 serlæknaársverk. Hetta eru serlæknar, sum koma uttaneftir.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Játtanin hækkað

Sjúkrahúsverkið metir, at tað er ein fyrimunur fyri bæði lækna og sjúkling, at serlæknir búgva í Føroyum.

Í fíggjarlógunum fyri 2020 og 2021 er játtanin til at seta serlæknar hækkað 6,4 mió. kr.

Í sama tíðarskeiði er játtanin til at útbúgva yngri læknar hækkað 3,9  mió.kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011