Nýggjur heilivágur fyri alzheimer

Nýggjur heilivágur fyri alzheimer
Heilivágurin kann bøta nógv um lívsdygdina hjá teimum, sum hava sjúkuna
Nýggi heilivágurin skal forða alzheimer-sjúkuni at menna seg í heilanum
 
09.06.2021 - 15:42

Amerikanskir myndugleikar hava givið grønt ljós til eitt nýtt slag av heilivági, ið hevur til endamáls at forða alzheimer-sjúkuni at menna seg í heilanum, skrivar danska kringvarpið. 

Heilivágurin eitur Aduhelm, og er frá heilivágsfyritøkuni Biogen.

Tað er fyrstu ferð í 18 ár, at amerikanska heilivágsstýrið, FDA, góðkennir ein nýggan heilivág fyri alzheimer.

- Nýggi heilivágurin frá kann bøta nógv um lívsdygdina hjá fólki við alzheimer, sigur Steen Gregers Hasselback, sum er granskingarleiðari í demens-sjúkum.

Umleið 50 milliónir fólk kring heimin hava fingið staðfest alzheimer-sjúkuna. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006