Partarnir farnir hvør til sítt

Partarnir farnir hvør til sítt
Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið  hava umrøtt ymiskar møguleikar í dag, men komu ikki á mál við nøkrum ítøkiligum
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
Mynd: Savn  
 
10.06.2021 - 18:32

Fundurin um fastlæstu støðuna á almenna arbeiðsmarknaðinum er nú lokin og partarnir eru farnir hvør til sín. 

Tað var Semingsstovnurin, sum seinnapartin hevði boðið Pedagogfelagnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum 
á fund at fáa glið á samráðingarnar. 

Sum útvarpið skilur hava partarnir umrøtt ymiskar møguleikar í dag, men komu ikki á mál við nøkrum ítøkiligum. 

Partarnir eru nú farnir hvør til sítt at umhugsa støðuna, men eingin nýggjur fundur er avtalaður.

Fundurin kom í lag eftir, at Pedagogfelagið í farnu viku lýsti 24 tíma verkfall á vøggustovum, og mánadagin varð verkfall lýst á nøkrum stovnum.

Fíggjarmálaráðið svaraði aftur við at lýsa verkbann frá týsdegnum fyri teir pedagogar sum vóru í verkfalli mánadagin.

Og verkbannið skuldi vera galdandi til nýggjur sáttmáli er gjørdur.

Men eftir at hava ráðført seg við Undirvísingarstýrið, broytti Fíggjarmálaráðið avgerðina, og tað hevði við sær, at 48 limir í Pedagogfelagnum, sum vórðu raktir av verkbanni týsdagin, fingu boð um at møta til arbeiðis aftur mikumorgunin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV