Delta frábrigdið í Parkini - 4000 skulu kannast

Delta frábrigdið í Parkini - 4000 skulu kannast
Stýrið fyri sjúklingatrygd í Danmark heitir nú á 4000 fólk at lata seg kanna fyri indiska koronafrábrigdið, sum verður kallað Delta. Trý fólk, sum vóru í Parkini, vóru smittað
 
23.06.2021 - 20:31

Tá Danmark spældi EM-dyst móti Belgia í Parkini fyri einari viku síðani, vóru ikki einans nógvir glaðir áskoðarar til dystin. Indiska koronafrábrgidið, Delta, var eisini í Parkini hetta kvøldið. 

Trý fólk, sum vóru í Parkini til landsdystin móti Belgia, vórðu smittað við Delta, skrivar DR á heimasíðuni.

Tað hevur fingið Stýrið fyri sjúklingatrygd í Danmark at heita á 4000 fólk, sum vóru í Parkini hetta kvøldið, um at lata seg kanna beinavegin. Talan er um fólk, sum hava sitið í deildunum C 1-4 og C 6-7. 

"Vit vita, at tað eru tríggir persónar, sum óheftir av hvørjum øðrum, eru vorðnir smittaðir við frábrigdinum L452R, sum við stórum sannlíkindi er indiska Delta-frábrigdið," sigur Anette Lykke Petri, stjóri í Stýrinum fyri sjúklingatrygd. 

"Hesi fólkini eru øll smittað undir dystinum, og tey fingu ikki sjúkueyðkenni fyrr enn tríggjar til fýra dagar eftir dystin. Tað vil siga, at tað hevur vera ein ókend smittukelda til staðar í teimum deildunum, har tey hava sitið."

Stýrið fyri sjúklingatrygd ger samstundis greitt, at teir tríggir persónarnir, teirra nærmastu og øll tey, ið tey hava verið í tøttum sambandi við, eru send í sóttarhald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815