Donald Rumsfeld deyður

Donald Rumsfeld deyður
Fyrrverandi amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, er deyður, 88 ára gamal
Donald Rumsfeld er deyður 88 ára gamal
 
30.06.2021 - 22:14

Donald Rumsfeld var verjumálaráðharri, meðan George W. Bush var forseti, og verður roknaður sum høvuðsmaðurin aftanfyri Irak-kríggið. 

USA leyp á í Afghanistan og Irak eftir yvirgangsálopið 11. september 2001 í tí, sum varð kallað "kríggið móti yvirgangi".

Áðrenn USA gjørdi innrás í Irak í mars 2003, segði Donald Rumsfeld, at hóptýningarvápn vápnini hjá Irak vóru ein stór hóttan móti heitinum. 

Hesi vápn vórðu ongantíð funnin. 

Donald Rumsfeld fór frá sum verjumálaráðharri í 2006 í kjalavørrinum á Iraq-krígnum, sum skapti nógv rumbul. 

Rumsfeld vardi ró altíð sín leiklut í avgerðini at leypa á Afghanistan og Iraq. 

Fyrrverandi amerikanski forsetin, George W. Bush, segði um Rumsfeld, tá hann fekk deyðsboðini, at Rumsfeld var "ein sera góður maður". 

Donald Rumsfeld doyði í heimi sínum í býnum Taos í New Mexico. Hann bleiv 88 ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870