Seinastu vitnini eru hoyrd

Seinastu vitnini eru hoyrd
Millum vitnini í dag vóru starvsfólk hjá Føroya Tele og ein teirra, sum sat í varðhaldi við tí ákærda
 
02.07.2021 - 18:02

Seinastu vitnini vóru í dag avhoyrd í rættarmálinum móti einum 26 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri manndráp. 

Sambært ákæruritinum, er maðurin ákærdur fyri um náttina 20. november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen við á ógreiðan hátt at hava tveitt ella skumpað hana á sjógv, fyri síðani at vera farin frá henni, so at hon druknaði. 

Ákæruvaldið er nú farið í holt við at leggja fram skjøl og prógv í málinum. 

Síðsta vitnið hjá verjanum var ein teirra, ið hevur sitið í varðhaldi saman við tí ákærda í Mjørkadali. 

Sambært vitninum royndi løgreglan at fáa hann at fáa upplýsingar úr tí ákærda um hendingina, tá fyrrverandi unnustan druknaði. 

- Løgreglan bleiv við at trýsta meg til at spyrja ákærda um málið, greiddi hann frá.

Hann spurdi tó ikki ákærda um málið, og tosaðu teir báðir heldur ongantíð um tað. Hetta hóast løgreglan bjóðaði honum ymiskar ágóðar fyri at gera tað, segði hann. 

Spurdur, hvussu hansara samband er við politiið, viðgekk hann, at tað ikki er serliga gott, tí hann er handtikin fleiri ferðir. 

Brek á telefonini
Millum tey sum vitnaðu í morgun vóru eisini tvey starvsfólk hjá Føroya Tele í Klaksvík. 

Tað var fyri at svara nøkrum spurningum um telefonina hjá tí ákærda, sum hann læt inn til verkstaðið dagin eftir, at fyrrverandi unnustan druknaði.

Sambært ákærda gjørdi hann hetta, tí hann hevði trupulleikar við, at fartelefonin breyt av, tá hann tosaði í telefon ella ikki vildi ringja. 

Ákæruvaldið hevur áður víst á, at tá fartelefonin kom aftur úr Danmark hevði verkstaðið ikki staðfest nakað brek á henni.

Tey bæði greiddu nevningartingingum frá, at tað ikki er óvanligt, at fartelefonir kunnu hava brek, ið bara seg galdandi í avmarkaða tíð ella bara í Føroyum. 

Harumframt var tað vanligt um hetta mundi, at fartelefonir høvdu trupulleikar við at fáa samband við telenetið og 3G-netið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299