Stórur fóðurflaki liggur nú á Sandsvág

Stórur fóðurflaki liggur nú á Sandsvág
Alifyritøkan Mowi hevur nú lagt stóra fóðurflakan Árnaberg á Sandsvág sum partur av alivirkseminum har
Gestur Lómstein
Fóðurflakin Árnaberg hjá Mowi liggur nú á Sandsvág
03.07.2021 - 14:10

Alifyritøkan Mowi ætlar at ala 6000 tons av laksi á Sandsvág.

Tí verða íløgur í hesum døgum gjørdar fyri 40 milliónir krónur, bæði í nýggjar og størri aliringar.

Men eisini í ein stóran fóðurflaka, sum í gjár kom at liggja út fyri náttúrufriðaðu Mølheyggjunum á Sandi.

Fóðurflakin tekur 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsir. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334