Ever Given sleppur nú aftur at loysa

Ever Given sleppur nú aftur at loysa
Heimskenda bingjuskipið Ever Given, sum tipti Suesveitina, tá tað setti seg fast, sleppur nú aftur at loysa, nú semja er gjørd um endurgjald
 
05.07.2021 - 07:18

Nú kann bingjuskipið, Ever Given, skjótt fara at sigla aftur, eftir at felagið, sum eigur skipið, og myndugleikarnir í Egyptalandi hava gjørt eina semju.

Skipið stóð fast í Suesveitina í seks dagar í marts, og hevur síðani verið afturhildið av myndugleikunum, sum vildu hava endurgjald fyri mistar inntøkur, skrivar Reuters.

Upplýst verður ikki, hvussu stórt endurgjaldið er, men myndugleikarnir kravdu upprunaliga 3,45 milliardir kr. í endurgjaldi, skrivar Reuters.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558