Drápsmálið í Hvannasundi er skomm fyri politiið

07.07.2021 - 12:36
Innlendis›112
Drápsmálið í Hvannasundi er skomm fyri politiið
Jógvan Páll Lassen, advokator, heldur, at handfaringin av málinum er ein skomm fyri politiið
Jógvan Páll Lassen
Mynd: Savnsmynd  

Ákæruvaldið ákærdi mannin fyri um náttina 20. november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen við á ógreiðan hátt at hava kastað ella skumpað hana á sjógv, fyri síðani at vera farin frá henni, so at hon druknaði.

Dómsviðgerð var í málinum fyrr í vikuni, og síðan tá hava nevningarnir tikið støðu í málinum.

Niðurstøðan hjá einum einmældum nevningartingi er, at neyðugu prógvini ikki eru løgd fram, um at maðurin hevði dripið gentuna. Í dóminum verður dentur lagdur á, at einki læknaligt prógv er fyri, at nakað revsivert er farið fram, og at ivamál kundi setast við fleiri av vitnisfrágreiðingunum.

Málið er ein skemd fyri politiið í Føroyum, heldur Jógvan Páll Lassen, advokator.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479