Verjuadvokatur: Tað skal nógv til fyri at døma nakran fyri drápsroynd

Verjuadvokatur: Tað skal nógv til fyri at døma nakran fyri drápsroynd
Jógvan Páll Lassen, verjuadvokatur, er samdur við dómsvaldinum í, at maðurin, sum leyp á Pól Esper Hansen við knívi í november í fjør, ikki kundi dømast fyri drápsroynd
21.08.2025 - 21:04

Eitt ár treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing av landinum. 

Tað var dómurin, ið 32 ára gamli maðurin úr Filipsoyggjum fekk, fyri at leypa á Pól Espern Hansen í Skálafirði við knívi í november í fjør. 

Maðurin var ikki dømdur fyri drápsroynd, men fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og innbrot. 

Jógvan Páll Lassen, verjuadvokatur, er samdur við dómsvaldinum í, at gerningsmaðurin ikki kundi dømast fyri drápsroynd.

"Tann sannroynd, at maðurin fyrst slær tann órættaða, heldur enn at stinga hann, gevur fyrstu ábeningarnar um, at gerningsmaðurin kanska ikki ætlaði at drepa tann órættaða," greiður Jógvan Páll Lassen frá. 

"Og tá tann órættaði ikki verður álvarsliga stungin, men klárar at verja seg, so hevur ákæruvaldið ongan kjans at prógva, at tað var ætlanin hjá gerningsmanninum at drepa tann órættaða."

 

Leyp á skeivan mann

Heldur ikki tann sannroynd, at filipinarin eyðsæð hevur lagt ætlanir um álopið við at keypa sær knív og kikara, og so fara og leggja seg upp á lúr í garasjuni, vikar verjuadvokatin í hansara meting. 

"Vit hoyra eisini, at hann ætlaði at leypa á beiggjan hjá tí órættaða, sum eisini er linnandi fyri dómsásetingina."

Jógvan Páll Lassen staðfesti eisini, at úlendingar verða harðari dømdir í Føroyum. 

"Soleiðis er tað allastaðni. Tú verður útvístur, um tú fremur grov brotsverk í einum landi, sum ikki er títt heimland."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329