Løfven aftur forsætisráðharri

Løfven aftur forsætisráðharri
Stefan Løfven, sum legði frá sær sum forsætisráðharri 28. juni, tí hann fekk eitt misálit móti sær, er aftur forsætisráðharri
Stefan Løfven verður valdur til forsætisráðharra
Mynd: AP  
 
09.07.2021 - 13:12

Fyrrapartin í dag kunngjørdi svenski forsætisráðharrin Stefan Løfven sína nýggju stjórn. 

Og nýggja stjórnin er júst tann sama sum undanfarna stjórnin í Svøríki.

Flokkarnir eru teir somu - Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin - og allir ráðharrarnir eru eisini teir somu.

Stefan Løfven legði annars frá sær sum forsætisráðharri 28. juni, eftir at svenski Ríkisdagurin hevði samtykt eitt misálit móti honum. 

Løfven hevði tá valið millum at skriva út nýval ella leggja frá sær. Hann valdi tað seinna, men tað eydnaðist ikki hjá nøkrum av hinum flokkunum at skipa nakra stjórn, og tískil endaði bólturin aftur hjá Løfven, sum nú aftur hevur skipað stjórn.

Stefan Løfven hevur verið svenskur forsætisráðharri síðani 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345