Muhamedteknarin deyður

Muhamedteknarin deyður
Danski keiputeknarin Kurt Westergaard er deyður, 86 ára gamal.
 
19.07.2021 - 08:00

Kurt Westergaard bleiv víðagitin, tá hann í 2005 teknaði islamska profetin Muhamed í Jyllands-Posten.

Blaðið prentaði tekningar av profetinum frá 12 ymsum teknarum, og tað førdi til allarhelst størstu uttanríkispolitisku kreppu hjá Danmark í nýggjari tíð.

Við tekningunum afturvið eini grein um talifrælsi og sjálvsensur vildi Jyllands-Posten mótmæla, at fleiri danskir teknarar ikki tordu at tekna myndir av Muhamed til eina danska barnabók um islam.

 

Turban við bumbu
Men tekningin hjá Kurt Westergaard av profetinum við eini bumbu í turbanini elvdi til mikla øsing í muslimskum londum.

Táverandi forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen vildi ikki eftirlíka kravinum frá muslimskum londum um at revsa Westergaard, og tað førdi til, at danskar vørur vórðu boykottaðar, donsk fløgg vórðu brend, og donsku sendistovurnar í Damaskus og Beirut vórðu álopnar.

Tað førdi eisini til, at Kurt Westergaard mátti liva síni seinastu ár undir verju frá donsku trygdarløgregluni PET.

Í 2012 breyt ein somaliskur maður seg inn á hann, vápnaður við øks, men Westergaard læsti seg inni á vesinum og slapp undan manninum.

Kurt Westergaard gavst sum teknari hjá Jyllands-Posten fyri 11 árum síðani, tá hann bleiv 75 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847