Boris Johnson vildi ofra gomul fólk fyri at bjarga búskapinum

Boris Johnson vildi ofra gomul fólk fyri at bjarga búskapinum
Ein gøla kann vera á veg í Bretlandi, eftir at fyrrverandi ráðgevi hjá forsætisráðharranum í samrøðu við BBC hevur ákært Johnson fyri einki at leggja í tey gomlu
 
20.07.2021 - 11:10

Dominic Cummings sigur við BBC, at Boris Johnson aftraði seg við at herða koronu-átøkini í fjørheyst, tá bretsku smittutølini fóru at vaksa. Sambært Cummings skal hetta hava verið tí Boris Johnson helt, at tey flestu, sum doyðu við koronu, vóru fólk eldri enn 80.

"Vit kunnu ikki drepa búskapin, tí fólk omanfyri 80 doyggja," endurgevur Cummings Boris Johnson fyri at hava sagt, og hann sigur, at onnur eisini hoyrdu forsætisráðharran siga soleiðis.

Dominic Cummings sigur eisini, at hann hevur goymt gomul sms-boð frá Boris Johnson, sum stuðla upp undir hetta.

Í samrøðuni leggur Cummings eisini Johnson undir at taka síni egnu áhugamál framum menniskjalív.

Ein talsmaður úr Downing Street sigur við BBC, at forsætisráðharrin hevur tikið neyðugu stigini til at verja lív og lívsbreyð hjá bretum, og at tað er gjørt í tráð við vísindaliga ráðgeving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522