32 fingu stuðul til útoyggjamenning

32 fingu stuðul til útoyggjamenning
Talið av teimum, sum søkja um stuðul til útoyggjamenning, er vaksandi. Í ár vóru 44, sum søktu, og 32, sum fingu stuðul fyri samanlagt 1,1 milliónir krónur
 
22.07.2021 - 15:40

32 umsóknir hava fingið játtað stuðul til útoyggjamenning í ár.

Tá freistin at søkja um stuðul var farin í vár, hevði Umhvørvis- og vinnumálaráðið fingið 44 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning fyri 5,8 mió. kr.

Í fjør komu 31 umsóknir fyri 4,2 mió. kr.

 

1,1 mió. kr. í stuðli

Útoyggjastuðulin í ár er 1.1 mió. kr.

Umsóknirnar vórðu soleiðis býttar:

Níggju umsóknir vóru til verkætlanir í Fugloy, 11 til verkætlanir í Svínoy, 10 í Kalsoy, tvær í Hesti, ein í Skúvoy, ein í Stóru Dímun og átta til verkætlanir í Mykinesi.

Harumframt var ein umsókn frá Útoyggjafelagnum til rakstrarstuðul, ein umsókn fevndi um fleiri útoyggjar og ein fall uttanfyri endamálið.

Tríggjar av umsóknunum eru frá kommunum.

Hesar verkætlanir hava fingið stuðul:

  • Úttoyggjafelagið 260 tús. kr.
  • Umvæling av flettingarhøli í Hattarvík – framhald 25 tús. kr
  • Umvæling av vegginum "á Vegginum" á Kirkju – framhald 25 tús. kr.
  • Umbygging av neysti niðri á bakkanum í Hattarvík 20 tús. kr.
  • Bakkalon í Hattarvík – framhald 30 tús. kr.
  • Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík – framhald 50 tús. kr.
  • KERLON – byggja tvey neyst upp aftur í Hattarvík framhald 15 tús. kr.
  • Listabýli og filmsverkstaður í Hattarvík 20 tús. kr.
  • Myndir og staðarnøvn á útoyggj – framhald 10 tús. kr.
  • Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy – framhald 20 tús. kr.
  • Felagið Bjarnafossur, bátasavn í Svínoy – framhald 30 tús. kr.
  • Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy – framhald 25 tús. kr.
  • Sláturhølið í Svínoy – framhald 25 tús. kr.
  • Umvæling av svimjihylinum í Svínoy 45 tús. kr.
  • Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy – framhald 45 tús. kr.
  • Flettingarrúm – Hoyskorgarður 25 tús. kr.
  • Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum - framhald 25 tús. kr.
  • Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K, framhald 50 tús. kr.
  • Kaffihús í Mikladali – framhald 25 tús. kr.
  • Móttøka, slátur og virðisøking av slátri, Mikladali – framhald 25 tús. kr.
  • Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi – framhald 25 tús. kr.
  • Endurreisa gróthús á Syðradali K. 10 tús. kr.
  • Fjós og sláturhús í Mykinesi, Eyðansstovugarður – framhald 30 tús. kr.
  • Liðugtgerð av tveimum úthúsum til yvirnátting í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Úthús til matgerð/sláturhús í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Verja og umvæling av minnisvarðanum í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Fríðkan av og storytelling í kaféini/matstovuni The Local í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Menning av grønmetisframleiðslu í Mykinesi 10 tús. kr.
  • Ábøtur og fríðkan av fjósi í Skúvoy 30 tús. kr.
  • Krana at landa fisk o.a. í Hesti framhald 25 tús. kr.
  • Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús – framhald 25 tús. kr.
  • Hitaviðgerð (pasteurisering) av rótadjúsi til brygging í Dímun 50 tús. kr.

 

Um útoyggjastuðul

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar.

Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veitast kann stuðul. Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Harumframt skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610