Vatnflóð í London

Vatnflóð í London
Hitabylgja hevur verið í Bretlandi í seinastuni, men nú hevur eitt lágtrýst broytingar við sær í veðrinum
Vatn er runnið niður í kjallarar, og summar gøtur í býnum standa undir í vatni.
 
26.07.2021 - 09:36

Í London regnaði illa í gjár, og frárenslini klára ikki at svølgja nógva avfallið.

Vatn er runnið niður í kjallarar, og summar gøtur í býnum standa undir í vatni.

Sagt verður frá meira regni í dag og í kvøld, upp í 100 millimetrar, sum er meira enn tvífalt so nógv, sum er vanligt fyri allan juli mánað í London.

Hitabylgja

Seinastu dagarnar hevur hitabylgja verið í Bretlandi, men nú hevur eitt lágtrýst broytingar við sær í veðrinum.

BBC sigur frá sløkkiliðnum í London, at nógv fólk hava ringt, men enn hevur eingin verið í lívsvanda.

Grimdarregnið í London kemur eftir nógva avfallið í vestara parti av Evropa, sum hevði við sær stóra vatnflóð, serliga í Týsklandi og Belgia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659