CT-skannarin í Suðuroy verður nógv brúktur

CT-skannarin í Suðuroy verður nógv brúktur
MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum er mannaður fýra eykakvøld um vikuna fyri at nøkta tørvin
Sjey mánaðir eftir, at CT-skannarin á Suðuroyar sjúkrahúsi, vóru 479 skanningar gjørdar.
 
30.07.2021 - 09:41

CT-skannarin í Suðuroyar sjúkrahúsi verður nógv brúktur.

Hann varð tikin í brúk í mai í fjør. Sjey mánaðir seinni vóru 479 skanningar gjørdar, sum annars høvdu verið gjørdar í Landssjúkrahúsinum.

Í ískoytispartinum til røðuna, sum løgmaður helt í løgtinginum í gjár, verður eisini upplýst, at MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum er mannaður fýra eyka kvøld um vikuna fyri at nøkta tørvin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775