Løgmaður vil hava nýtt fongsul

Løgmaður vil hava nýtt fongsul
Ein arbeiðsbólkur er settur at greina, hvussu fongsulsviðurskiftini í Føroyum kunnu betrast
Løgmaður heldur, at besta loysnin er at byggja nýtt fongsul í Føroyum.
 
30.07.2021 - 13:13

Løgmaður vil hava eitt nýtt fongsul í Føroyum. 

Tað segði Bárður á Steig Nielsen í ólavsøkurøðu síni í gjár.

Ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum embætisfólkum er settur at greina, hvussu fongsulsviðurskiftini kunnu betrast, antin við at umvæla bygningin í Mjørkadali, ella at byggja nýtt.

Men løgmaður heldur sjálvur, at besta loysnin er at byggja nýtt fongsul. 

Færri skulu verða avbyrgd

Landsstýrið sigur, at færri fangar skulu sita avbyrgdir, og tað skal bera til at hýsa teimum, sum skulu sita dóm, ið er longur enn ár, í Føroyum. Landsstýrið vil eisini, at ung ikki skulu sita saman við vaksnum fangum, og at útslúsingartilboð í sambandi við leyslating verða skipað. 

Føroyingar eiga at sita dóm í Føroyum og ikki verða sendir til Danmarkar, sigur landsstýrið. 

Víst er eisini á, at hvørki bygningurin ella staðsetingin í Mjørkadali eru hóskandi til fongsul. Tí eigur nýtt fongsul, ið eisini nøktar framtíðartørv, at verða bygt. 

Nýggj avtala um kriminalforsorg

Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum skal vera liðug í heyst. Hon verður partur av fyrireikingunum til eina nýggja avtalu um kriminalforsorgina, sum verður gjørd millum politisku flokkarnar á Fólkatingi í seinasta lagi við árslok, sigur løgmaður í fylgiskjali til ólavsøkurøðuna. Henda avtalan verður galdandí fleiri ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846