Koppseting uttan písk ella gularót

bannari
Koppseting uttan písk ella gularót
Fólk skulu ikki viðfarast ymiskt, sigur løgmaður, sum hvørki vil trýsta nakran at koppseta seg ella geva koppsettum framíhjárætt í samfelagnum.
03.08.2021 - 20:10

10. august, tað er um eina viku, fer aftur at bera til at savnast fleiri enn 500 fólk til størri tiltøk í Føroyum. Tað boðar løgmaður frá eftir fleiri dagar við minkandi tølum av nýggjum koronatilburðum.

Nú hava 55,5 prosent av føroyingunum fingið seinna prikið og eru harvið liðugt koppsett. Men fyri at røkka sonevnda floksimmunitetinum skulu 80-85 prosent av fólkinum vera liðugt koppsett.

Tað fær Pál Weihe, ráðgeva, at mæla til at geva koppsettum fólki fyrimunir fram um onnur, fyri á tann hátt at skunda undir gongdina móti floksimmunitetinum.

Men tað ætlar løgmaður ikki.

-Fólk skulu ikki viðfarast ymiskt, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum hvørki vil trýsta nakran at koppseta seg ella geva koppsettum framíhjárætt í samfelagnum. 

Sí innslag og samrøðu við Bárð á Steig Nielsen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334