489 fólk í endurmenning í fjør

489 fólk í endurmenning í fjør
Landsstýriskvinnan í almannamálum metir, at játtanin næsta ár skal hækka 700.000 kr.
Í ár eru játtaðar góðar 22,3 mió. kr. til endurmenning.
 
17.08.2021 - 10:25

Almannaverkið hevði 489 fólk í endurmenning í fjør.

Í ár eru játtaðar góðar 22,3 mió. kr. til endurmenning, til deildina menning í Almannaverkinum, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og til tiltakið, sum eitur Megna títt lív.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dal, løgtingsmanni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Í fjør vórðu góðar 18,6 mió. kr. til hesar kontur.

Byrja í september

Viðlíkahaldsvenjingar byrja tó ikki fyrr enn í september í ár. Tær fara at kosta 12 mió. kr. um árið, tá rættilig gongd er komin á.

Í ár eru játtaðar tvær mió. kr.  

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur svarað Johan Dahl, løgtingsmanni, sum spurdi um útreiðslur til rehabilitering á almannaøkinum.

Hon sigur, at enn er ikki farið undir at gera uppskot um fíggjarlóg fyri 2022, so ikki ber til at siga, hvør játtanin verður tá.

Eigur at hækka 700.000 kr.

Mett verður, at játtanin eigur at hækka 700.000 kr., so hon kemur á tað stig, sum tað er at veita vælvirkandi tænastur í tráð við tilmæli um tænastupolitikk. 

Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2022-2026 eru grundaðir á galdandi lóggávu og verandi virksemisstig, sigur landsstýriskvinnan.

Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur fingið svar um rehabilitering. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252