KAF og Fíggjarmálaráðið samstarva um sáttmálasamráðingar

KAF og Fíggjarmálaráðið samstarva um sáttmálasamráðingar
Avtalan ber í sær, at miðað verður eftir felags sáttmálum, har tað ber til
Fíggjarmálaráðið og KAF eru samd um felags leist.
 
19.08.2021 - 11:25

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Fíggjarmálaráðið hava gjørt rammuavtalu, har staðfest verður, at partarnir í mest møguligan mun samstarva um sáttmálasamráðingar og sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Rammuavtalan leggur upp til javnandi kunning og samstarv um lønarsamráðingar.

Avtalan ber í sær, at miðað verður eftir felags sáttmálum, har tað ber til. Har annar parturin bara hevur fá starvsfólk á økinum, ger størri parturin sáttmála, og hin parturin tekur undir við honum.

Partarnir eru samdir um at samráðast saman um fyrsta sáttmálan fyri eitt nýtt sáttmálaskeið. Á tann hátt áseta partarnir í felag fíggjarligu karmarnar fyri skeiðið.

Hálvárligur fundur

Landsstýrismaðurin og nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum fara at hava hálvárligar fundir. Eisini fara partarnir regluliga at hava status/eftirmeting av samráðingunum og at sparra um faklig mál.

Tá ið nýggjar semjur og sáttmálar hava beinleiðis ávirkan á sáttmálaøkið hjá ávikavist Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum ella Fíggjarmálaráðnum, fara partarnir at umrøða støðuna saman, áðrenn semja ella sáttmáli verður undirskrivaður.

Javnt lønarlag

Fyrimunirnir við rammuavtaluni eru, at partarnir tryggja eitt javnt lønarlag í almenna og kommunala geiranum, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Ein annar ágóði er, at sáttmálaásetingar og arbeiðstreytir eru so eins sum til ber. Hetta soleiðis, at ein alment settur innan eitt ávíst sáttmálaøki og ein kommunalt settur innan sama øki hava eins treytir, og at frávik bara eru í serligum førum, har hetta er neyðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365