Taliban vil ikki leingja evstamarkið

Taliban vil ikki leingja evstamarkið
Ætlanin er, at allar vesturlendskar herdeildir skulu verða farnar úr Afganistan 31. august, men Bretland fer at trýsta Taliban at leingja freistina
Taliban sigur, at eingin hevur vent sær til sín um at leingja freistina eftir 31. august.
 
23.08.2021 - 13:56

Taliban tekur ikki undir við at leingja evstamarkið hjá vesturlendskum herdeildum at fara úr Afganistan til eftir 31. august.

Tað siga tvær keldur í hernaðarliga islamistbólkinum við Reuters-tíðindastovuna í morgun.

Keldurnar siga, at higartil hevur eingin stjórn í vesturheiminum, og heldur ikki embætisfólk, sett seg í samband við Taliban um at leingja freistina.

Leggja trýst á Taliban

Samstundis skrivar The Guardian, at Bretland fer at leggja trýst á Taliban um at flyta evstamarkið, umframt at tað eisini fer at heita á USA um at bíða við afturtøkuni úr høvuðsstaðnum, Kabul, til eftir videofundin hjá G7-londunum, sum verður í morgin. 

Samband hevur verið millum Bretland og USA um at leingja afturtøkuna frá flogvøllinum í Kabul, og á G7-fundinum í morgin fer Bretland at leggja trýst á amerikanska forsetan, Joe Biden, um at bíða við afturtøkuni.

Ger Biden ikki tað, kunnu onnur lond ikki gera annað enn at gevast við arbeiðnum at fáa fólk úr Afganistan, sigur bretski verjumálaráðharrin, James Heappey, við Sky News.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659