Jóannis vann á Fløtt-beiggjunum

Jóannis vann á Fløtt-beiggjunum
Jóannis Joensen kappaðist við teir báðar, Tór og Jóhann Fløtt, tá FM í skeet var á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag um vikuskiftið. Endin var, at royndastu skjúttin vann
23.08.2021 - 17:55

Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag og Alex Johannesen úr Eysturskoti gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist skeet og trap leirdúgvuskjóting.

Skeet kappingin bleiv avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála. Eftir innleiðandi umførini lá Jóannis Joensen á einum 5. plássi, men hann er ein sterkur finaluíðkari, og síðsta umfar megnaði hann at vinna, tvær dúgvur frammanfyri nærmasta kappingarneytan, sum var Jóhann Fløtt.

Nummar trý gjørdist Tórur Fløtt, sum hevur royndir á føroyska skeet-landsliðnum.

Trap-kappingin bleiv avgreidd á nýggju breytini hjá Eysturskoti úti á Vík í Leirvík, og her vísti Alex Johannesen frá byrjan styrki. Í finaluni fekk hann harða kapping frá Johnhardi Klettheyggj, og tað var ikki fyrr enn seinastu fimm dúgvurnar skuldu skjótast, at Alex fór framum. Finn Ludvig endaði á triðja plássi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375