Lærarar í New York skulu koppsetast

Lærarar í New York skulu koppsetast
Aðrir býir í USA hava eisini sett krøv fram um, at fólk skulu lata seg koppseta fyri at sleppa til arbeiðis
148.000 lærar og onnur starvsfólk í New York skulu koppsetast.
 
24.08.2021 - 09:05

Krøv verða nú sett lærarum og starvsfólki annars á øllum almennum skúlum í New York, at tey skulu lata seg koppseta. Tað sigur Bill de Blasio, borgarstjóri í New York.

Talan er tilsamans um 148.000 starvsfólk.

Sambært Reuters hevur hann sagt, at øll starvsfólk í skúlunum skulu lata seg koppseta í skúlaárinum. Tvær vikur eftir skúlabyrjan, 27. september,  skulu øll hava fingið fyrra prikið. 

Negativ koronukanning

Higartil hava lærarar og onnur starvsfólk á skúlum kunnað farið til arbeiðis, um tey hava eina negativa koronukanning. Nú verður tað ikki ein møguleiki longur.

Aðrir býir í USA hava eisini sett krøv fram um, at fólk skulu lata seg koppseta fyri at sleppa til arbeiðis, millum annað Los Angeles, Chicago og Washington.

Pfizer/Biontech fekk í gjár allar góðkenningar, eftir higartil at hava verið góðkent fyribils. Nú ætlar verjan eisini at seta krav um, at fólk skulu lata seg koppseta. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558