Heimsbankin og IMF steðga láni til Taliban

Heimsbankin og IMF steðga láni til Taliban
Heimsbankin hevur játtað fimm milliardir kr., men pengarnir verða ikki goldnir
Taliban fær ikki fíggjarliga hjálp frá IMF og Heimsbankanum
 
25.08.2021 - 09:02

Heimsbankin og altjóða valutagrunnurin, IMF, hava steðgað útgjøldum til Taliban-stýrið í Afghanistan.

Heimsbankin hevði játtað at lata Afghanistan fimm milliardir kr. í stuðuli í ár, men teir pengarnir verða ikki goldnir, boðaði heimsbankin frá í nátt.

Altjóða valutagrunnurin, IMF, boðaði herfyri frá, at heldur ikki hann fer at lata stjórnini í Kabul stuðul, og tann avgerðin stendur við, váttar IMF fyri Danmarks Radio.

Avgerðin hjá IMF hevur við sær, at Taliban-stjórnin ikki kann taka pening úr eini lánsætlan, sum er uppá 2,5 milliardir kr. 

IMF samtykti í november í fjør at veita Afghanistan lánið, tí landið kom illa fyri av koronafarsóttini.

Landið fekk seinasta gjaldið í juni, áðrenn Taliban tók valdið í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558