Bjargaðu 500 flóttafólkum

Bjargaðu 500 flóttafólkum
Italska sjóverjan bjargaði í gjár 500 flóttafólkunum nærindis oynni Lampedusa. 
Mynd: AP Tíðindastovan
 
29.08.2021 - 10:45

Italska sjóverjan bjargaði í gjár 500 flóttafólkunum nærindis oynni Lampedusa. 

Báturin sigldi frá libisku strondini, og sera trongt var hjá fólki umborð á bátinum. 

Felagsskapurin "Læknar uttan landamørk" sigur, sambært BBC, at harðskapur hevur verið framdur móti nøkrum av flóttafólkunum og at tey høvdu skaðar. 

Hildið verður, at tey eru illa viðfarin, meðan tey bíðaðu eftir at sleppa umborð á bátin í Libya.

Tvey sjóverjuskip og ein bátur hjá tollvaldinum bjargaðu flóttafólkunum og sigldu tey inn til Lampedusa. 

Í Lampedusa eru flóttafólkalegur, sum eru bygdar til at hýsa minni enn 300 fólkum, men har eru nú fimm ferðir so nógv flóttafólk í legunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659