Ódnin Ida herjar í USA

Ódnin Ida herjar í USA
Eitt fólk hevur latið lív, og fleiri enn 200.000 fólk hava ongan streym
Vindferðin í ódnini Idu var 67 metrar um sekundið, tá hon bar við land.
 
30.08.2021 - 08:46

Í gjárkvøldið okkara tíð bar ódnin Ida við land í amerikanska statinum Louisiana. Vindferðin í ódnini var 240 kilometrar um tíman, ella 67 metrar um sekundið.

Enn er ógreitt, hvussu stóran skaða Ida hevur gjørt. Men myndugleikarnir hava fingið boð um, at eitt fólk doyði, tá eitt træ koppaði í ódnarveðrinum.

Fleiri enn 200.000 fólk hava ongan streym orsakað av ódnini.

Ida rakti ársdagin fyri Katrinu

Tað var á ársdegnum fyri tiltiknu ódnina Katrinu, ið rakti fleiri suðurstatir meint fyri 16 árum síðani, at Ida fór inn yvir land. Katrina kravdi 1800 mannalív, og serliga høvuðsstaðurin í Louisiana, New Orleans, fekk nógvan skaða. 

Ida er flokkað í bólk fýra, skrivar amerikanska National Hurricane Center á Twitter. Til samanberingar var ódnin Katrina flokkað sum ein kategori 3 ódn.

Ódnin er tó viknað nakað, síðani hon bar við land. 

Amerikanarar hava seinastu dagarnar fyrireikað seg til ódnina. Myndugleikarnir hava flutt fólk burtur frá økinum, ið liggur tætt við sjóvarmálan. Borgarar, sum ikki eru fluttir burtur, verða bidnir um at halda seg innandura.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514