Koppseting kring landið

Koppseting kring landið
Sjúkrahúsverkið fer nú aftur at koppseta kring landið
Mynd: Kelda: Savn  
 
02.09.2021 - 18:25

Komandi vikurnar fara koppsetingartoymir kring landið at bjóða fólki koppseting. Byrjað verður í Norðoyggjum mánakvøldið. Tað boðar Sjúkrahúsverkið frá í dag.

Tað hevur yvirhøvur gingið væl at koppseta føroyingar, men seinastu tíðina er ferðin minkað nakað. Sjúkrahúsverkið hevur tí, í samstarvi við fleiri kommunur, gjørt nakrar royndir at gera tað lættari hjá fólki at lata seg koppseta. Vitjað hevur verið í Runavík, á Giljanesi og á útoyggj.

Royndirnar av hesum hava verið góðar, og nú verða nýggj átøk gjørd fyri at gera koppsetingina meira atkomuliga hjá fólki, sum hava longri á koppsetingarstaðið.

Byrjað verður nú mánakvøldið og týsdagin í Norðoyggjum, síðani verður vitjað í Sandoynni og ætlanin er eisini at taka allar bygdirnar í Suðuroynni og í Norðstreymi seinni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400