Innkomuvegurin í Havn komin í tingið

Innkomuvegurin í Havn komin í tingið
Vegurin er mettur at kosta 288 mió. kr., og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, biður um 110 milliónir til vegin
Innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum til Havnar skal eftir verða liðugur í 2025.
 
08.09.2021 - 08:32

Uppskotið um uttara ringvegin í Havn er nú komið í løgtingið.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, biður um 110 milliónir til vegin.

Lógaruppskotið umfatar vegin frá rundkoyringini omanfyri Sandvíkahjalla til Klingruna, frá Klingruni til Villingardalsvegin, frá Villingardalsvegnum gjøgnum eitt berghol til Hotel Føroyar og frá Hotel Føroyum til Marknagilsvegin.

Vegurin er mettur at kosta 288 mió. kr.

Kommunan og landsstýrið gjørt avtalu

Tórshavnar kommuna og landsstýrið gjørdu í summar avtalu um vegin, sum eisini verður kallaður innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum.

Sambært lógaruppskotinum skal vegurin vera uttan forðingar, so sum ferðslubungur og tílíkt, soleiðis at hámarksferðin kann haldast.

Vegurin verður væntandi liðugur í 2025.

Tunnilsfelagið hevur longu gjørt ein part av vegnum, niðan á Sandvíkahjalla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101