Aðalráð ósamd um uppskot

Aðalráð ósamd um uppskot
Fíggjarmálaráðið heldur ikki, at kostnaður saman við negativu avleiðingunum stendur mát við hugsaða gagnið av uppskotinum um útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum
 
10.09.2021 - 10:43

Semja er ikki í landsstýrinum um lógaruppskotið um útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum.

Løgmaður eigur uppskotið.

Men í hoyringarsvari sigur Fíggjarmálaráðið, at tankarnir í lógaruppskotinum eru viðkomandi.

Men negativar avleiðingar kunnu eisini vera.

Og uppskotið krevur størri almenna umsiting.

Spurningurin er tí, um hesin kostnaður saman við negativu avleiðingunum stendur mát við hugsaða gagnið av uppskotinum.

Við hesum orðum endar hoyringarskrivið úr Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarmálaráðið vísir á, at danir, grønlendingar og íslendingar koma ikki undir lógina.

Og tey eru kanska stórur partur av teimum, sum keypa fastogn í Føroyum.

Eisini kann hugsast, at tey, sum ikki sleppa at keypa í Føroyum, stovna felag í Føroyum, sum so kann keypa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096