- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava Muhammed-tekningarnar í skúlarnar

Danski flokkurin SF - Sosialistiski Fólkaflokkurin - vil hava, at skúlar í Danmark skulu hava møguleika fyri at brúka nógv umrøddu Muhammed-tekningarnar sum undirvísingartilfar.
Tað segði forkvinnan í SF, Pia Olsen Dyhr, á landsfundi hjá flokkinum í dag.
Í oktober mánaði er tað eitt ár síðani, at franski lærarin, Samuel Paty, varð myrdur, tí hann hevði víst næmingum sínum Muhammed-tekningarnar í einum skúlatíma.
- Herheima eru tað danskir lærarar, sum ikki tora at brúka Muhammed-tekningarnar í undirvísingini, tí tey stúra fyri egnari trygd.
- Vit kunnu ikki lata yvirgangsmenn seta markið fyri okkara frælsi, sigur Pia Olsen Dyhr.
DF - Danski Fólkaflokkurin - vil hava, at Muhammed-tekningarnar gerast ein kravdur partur av undirvísingini. So langt fer SF ikki.
- Tilfarið skal vera har, um ein lærari vil brúka tað í undirvísingini. Og tá er tað fólkatingið, sum hevur gjørt tilfarið og ikki einstaki lærarin sjálvur. Tað vóni eg, fer at gera okkara lærarar tryggar, sigur Pia Olsen Dyhr.



























