Snús dýrkar í Danmark

Snús dýrkar í Danmark
Talan er um snús - ella sokallaðar nikotinposar - sum eisini verða seldir í Føroyum
Snúsposar
Mynd: Savn  
 
17.09.2021 - 10:26

Snús í Danmark skal verða dýrari at keypa, tað siga donsku myndugleikarnir.

Talan er um snús - ella sokallaðar nikotinposar -, sum eisini verða seldir í Føroyum. 

Bíligasta snúsið kostar umleið 30 krónur, men í nýggjum uppskotið frá stjórnini stendur, at eitt avgjald á 11 krónur skal leggjast afturat. Tað er 5,5 oyru per milligram av nikotin.

- Eg vóni, hetta fer at merkja, at færri fólk fara at brúka nikotinposar. Tað er ikki gott fyri heilsuna, og tí vil eg mæla til, at ein heldur seg burtur frá tí. Tað sigur danski skattamálaráðharrin, Morten Bødskov.

Tað er serliga ungdómurin, sum snúsar. Og seinastu tíðina eru summi farin at leggja snúsposan aðrastaðni enn undir vørrina. Tað elvir til stúran hjá donskum heilsumyndugleikum, tí slímhinnan ymsastaðni í kroppinum kann taka stóran skaða av snúsinum.

Uppskotið um avgjald á snús - ella nikotinposar, sum danir kalla tað - er til hoyringar til hálvan oktober. Síðani skal tað viðgerast í fólkatinginum, og tað verður væntandi samtyk um ársskiftið.

Tað eru umleið 10 prosent av donskum ungum sum snúsa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. august
Morgunlestur mikudagur 27. august 2025
196010
Týsdag 26. august
Morgunlestur týsdagur 26. august 2025
196036
Mánadag 25. august
Poppverturin
194201
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
196089
Týsdag 26. august
Veðrið
196053
Týsdag 26. august
Men´s doubles - teknmálstulkað
196035
Týsdag 26. august
$elfie - teknmálstulkað
196032