Til reiðar at tosa um lógarbroyting

Til reiðar at tosa um lógarbroyting
Jacob Vestergaard er  til reiðar at tosa við samgonguna um møguligar broytingar í grindalógini
Mynd: Savn  
 
17.09.2021 - 13:09

Umheimurin er á gosið og stríð hevur tikið seg upp innanhýsis millum grindaformenn og grindefelag. 

Sambært kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið mánadagin,er meirlutin av føroyingum ímóti at drepa springarar eftir drápið sunnudagin, og í gjár kom løgmaður við fráboðan um, at her mugu broytingar til. 

Áðrenn hetta hevði Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost sagt, at hetta kann gerast dyggur smeitur fyri laksaútflutningin.

Tað er Jacob Vestergaard landsstýrismaður í fiskivinnumálum sum skal standa á odda fyri broytingunum, um tær skulu fremjast í grindalógini.

Bárður á Steig Nielsen var spurdur um hetta í Degi og Viku í gjár, men svaraði ikki beinleiðis uppá um semja var innanhýsis í samgonguni um at gera broytingar í grindalógini.

Jacob Vestergaard vil ikki gera samrøðu við útvarpið um møguligar broytingar í grindalógini, men hann sigur í stuttari viðmerking, at hann er  til reiðar at tosa um møguligar broytingar innanhýsis í samgonguni, um løgmaður gjarna vil sissa fólk uttanfyri landoddarnar.

Jacob Vestergaard hevur fyrr gjørt greitt, at hann heldur ikki at føroyingar eiga at bakka fyri trýsti uttanfrá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328