- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinkingar í flogferðsluni

Tað eru fleiri seinkingar í flogferðsluni í dag.
Norska flogfelagið Widerøe hevur avlýst flogferðina úr Bergen til Føroya í dag, og eisini fráferðina úr Føroyum til Bergen seinnapartin.
Seinkingar eru eisini hjá Atlantic Airways. Klokkan 07.30 í morgun skuldi eitt flogfar hjá Atlantic Airways, sum hevði verið í Madrid í nátt við spanska kvinnulandsliðinum, lenda í Vágum. Men vegna vánaligt sýni, fekk tað ikki lent og endaði í Bergen.
Atlantic Airways hevur eisini avlýst túrin til Billund seinnapartin, og túrurin til Keflavík er seinkaður.
Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, sigur, at tað hevur verið sera ringt sýni á flogvøllinum í morgun, men at tað tó er blivið eitt sindur betri nú, sigur hann.
Hann væntar fleiri seinkingar í dag.



























