- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roknskaparlógin ikki tikin í álvara

Tær eru tí í besta føri til onga nyttu og í ringasta føri villleiðandi og spill av tilfeingi.
Landsgrannskoðanin er avgjørd í sínari ársfrágreiðing fyri 2020. Aftur í hesari ársfrágreiðingini má Landsgrannskoðanin ásanna, at langt er millum dagførdar roknskaparreglugerðir, stendur í frágreiðingini.
Síðani í januar 1995 hevur ein lóg ásett, at landsumsitingin og landsstovnar skulu gera eina reglugerð um roknskaparhaldið.
Men ásetingin í roknskaparlógini verður ikki tikin í álvara, sigur Landsgrannskoðanin.
Hon vísir á, at áseting um roknskapareftirlit fevnir eisini um at kanna fíggjarstøðuna.
Hjá nógvum stovnum var fíggjarstøðan ikki røtt í fjør. Landsgrannskoðanin vísir á nógvar skeivar konteringar.
Stutt og greitt verður sagt, at alt ov nógvar skeivar bókingar eru. Úrslitið er, at roknskapurin hjá nøkrum stovnum er gruggaður.


























