Mannarættindadómstólur: Russar drupu Litvinenko

Mannarættindadómstólur: Russar drupu Litvinenko
Ein bretsk kanning hevur víst, at Putin, forseti, góðkendi morðið, og evropeiski mannarættindadómstólurin tekur undir við bretsku niðurstøðuni
Evropeiski mannarættindadómstólurin sigur í dag, at Russland skipaði fyri, at Alexander Litvinenko var eitraður í 2006.
Mynd: The Times  
 
21.09.2021 - 13:20

- Tað var Russland, sum skipaði fyri, at Alexander Litvinenko var myrdur.

Tað hevur evropeiski mannarættindadómstólurin í Strasbourg avgjørt í dag.

Livtinenko var fyrrverandi njósari fyri Russland og var eitraður í London í 2006.

Ein kanning í Bretlandi avgjørdi 10 ár seinni, at tað var mest sannlíkt, at russiski forsetin, Vladimir Putin, góðkendi morðið.

Har var eisini staðfest, at tveir russar, Andre Lugovoi og Dmitry Kovtun, eitraðu Litvinenko, helst við at lata geislavirkna evnið, Polonium 210, í teið hjá Litvinenko.

Tekur undir við niðurstøðuni

Tá avgjørdi bretski rætturin, at tað vóru greiðar ábendingar um, at Lugovoi og Kovtun høvdu arbeitt fyri Russland, og evropeiski mannarættindadómstólurin tekur undir við bretsku niðurstøðunum, skrivar BBC.

Mannarættindadómstólurin sigur eisini í niðurstøðuni, at Russland hevur ikki megnað at afturvíst nøkur av prógvunum, og at hetta styrkir tey í trúnni um, at tað vóru fólk, sum vegna Russland myrdu Litvinenko.

Reuters skrivar tó, sambært einum talsfólki hjá russisku stjórnini, at evropeiski mannarættindadómstólurin ikki hevur atgongd til slíka vitan, sum kann áleggja Russlandi ábyrgdina fyri morðið á Litvinenko.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070